Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hoyr málskjúttarnar Poul Kallsberg og Finnur Justinussen seta orð á 2-0 sigurin hjá Víkingi á Liepaja

Víkingur gjørdi KÍ kunstin eftir og vann seg víðari í Evropa við 2-0 sigri á letlendska liðnum, Liepaja í seinna dystinum í fyrsta undanumfarinum í Conference League. Talan gjørdist um ein samlaðan 3-1 sigur. Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Gert Hansen siga frá báðum málunum hjá Víkingi. Hoyr Gert taka samanum eitt gott avrik hjá Víkingi, og hoyr samrøðurnar Rúni gjørdi við tveir fegnar málskjúttar, Poul Kallsberg og Finnur Justinussen. Poul og Finnur síggja nú fram til tveir dystir móti belgiska stórliðnum, Gent.

Myndir: Rúni á Reynatrøð.