Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ítróttarstjórin í AIK: Tað verður torført at spæla ímóti AIK nú

Mikkjal Thomassen er júst liðugur við sína fyrstu venjing sum høvuðsvenjari hjá AIK. Ítróttarstjórin í felagnum, Thomas Berntsen, lovar, at tað nú verður torført at møta AIK

– Tað verður torført at møta AIK. Tað kann eg lova, sigur ítróttarstjórin í AIK, Thomas Berntsen, við svenska miðilin FotbollDirekt.

Fyrrverandi Manchester United spælarin Henning Berg var venjari í AIK fram til summarsteðgin, tá hann fór úr felagnum eftir eina torføra byrjan upp á hetta kappingarárið hjá teimum svørtu og gulu í Stokkhólmi.

Síðan hevur hjálparvenjarin, Henok Goitom, staðið á odda fyri liðnum, inntil Mikkjal Thomassen gjørdist venjari í AIK.

Í dag, hósdagin, hevur føroyingurin havt sína fyrstu venjing við liðnum, meðan nógv fólk vóru til staðar til venjinga, nú AIK hevði kunngjørt, at fyrsta venjingin var opin fyri almenninginum.

– Nú skal hann læra felagið, liðið og umstøðurnar at kenna. Hann er sera hugtikin av støðinum hjá spælarunum. Vit hava dyst mánadagin (á útivølli móti Gais), men hann er ein royndur maður og kemur skjótt inn í tað, greiðir ítróttarstjórin Thomas Berntsen frá fyri Fotboll Direkt.

Ítróttarstjórin er hugtikin av arbeiðnum, ið Mikkjal Thomassen hevur gjørt í Fredrikstad FK, har hann hevur vant, síðan hann fór úr Klaksvík í 2022.

– Hann hevur gjørt eitt fantastiskt arbeiði við Fredrikstad – frá at fáa felagið úr næstbestu norsku deildini til at vera topplið í Eliteseriuni. Ja, tað var veruliga eitt stórt avrik frá hansara síðu, sigur Thomas Berntsen.

Berntsen sigur, at burtursæð frá hjálparvenjararanum, Henok Goitom, og Mikkjali Thomassen, so vóru trý onnur evni til venjarastarvið, men valið fall á 48-ára gamla føroyingin.

– Eg helt, at venjaraspurningurin fór at verða trupul at loysa, men tað hevur gingið skjótt, og vit komu mestsum á mál við øllum sunnudagin. Eg vil ikki koma inn á, hví tað ikki bleiv Henok, men Henok verður toppvenjari einaferð. Beint nú er tað Thomassen, ið er veruligi heilivágurin, sum AIK hevur tørv á.

Les eisini...  Sjey siga KÍ meðan tríggir tippa Víking

Fotboll Direkt ger eitt sindur burturúr, hví valið ikki fall á Henok Goitom, men ítróttarstjórin vil ikki reiðiliga svara upp á hetta. Eisini vil miðilin hava at vita, hvussu AIK fer at spæla nú, tí sagt verður, at Mikkjal Thomassen spælir harðan og onkuntíð enntá keðiligan fótbólt.

– Nei… hann er pragmatiskur. Hann vil vinna dystir. Vit verða álopsførir, tá tørvur er á tí og verjukendir í dystum, tá tørvur er á tí. Tað týdningarmesta eru tey trý stigini, sigur Berntsen og leggur afturat:

– Tað, sum eg kann lova er, at vit kunnu rokna við einum AIK-liði, sum verður kraftmikið, kompakt og fer at leggja nógva orku í spælið. Tað verður torført at møta AIK. Ja, tað kann eg lova, endurtekur ítróttarstjórin, Thomas Berntsen, við at siga.

Mikkjal Thomassen hevur havt sína fyrstu venjing í AIK í dag (Mynd: AIK Fotboll)