Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bráðfeingisvernd sett upp í Saksun

Nú kunngerð er komin í gildi um bráðfeingisvernd av Melini og bakkanum oman fyri Lónna í Saksun, eru fólk farin undir at merkja verndarøkini upp

Steyrar við bandi ímillum verða settir upp kring Melina í Saksun, og tvey skelti verða sett upp – annað við Melina og hitt við sandheyggjarnar niðan frá Lónni.

Tað skrivar Umhvørvisstovan.

Uppmerkingin skal kunna um verndina og beina ferðslu uttan um tey vardu økini.

– Steyrar og skelti verða sett upp í samstarvi við Sunda kommunu, skrivar Umhvørvisstovan.

Fólk í Saksun hava heitt á Umhvørvisstovuna um at friða náttúruna í Saksun, tí slit sæst á Melini, á rásini út á Lónna og á sandheyggjunum.

Umhvørvisstovan hevur staðfest, at slit er í økinum, har ein týðiligur skurður fer tvørtur ígjøgnum Melina, sum hevur broytt skap og er minkað nógv.

Melin og hinir sandheyggjarnir eru gjørdir av foksandi, sum hevur savnað seg yvir nógv ár, og eru teir búøki hjá fleiri sløgum av plantum og djórum. Gróðurin á sandheyggjunum er viðkvæmur og tolir illa ferðslu. Hvørvur hesin gróðurin, so liggur sandurin berur og fýkur skjótt í vindinum.

Saksun er vælumtókt ferðamál, og Umhvørvisstovan sigur, at í summar hevur nógv fólk gingið út á Lónna.

– Fyribils verjan fer at leiða streymin av ferðafólki út á sandin, soleiðis at ferðslan ikki leggur trýst á Melina og hinar sandheyggjarnar.

Umhvørvisstovan viðger eina varandi økisvernd í Saksun, har náttúruvirðini í økinum skulu lýsast væl. Kunngerðin um bráðfeingisvernd er ein fyribils vernd, sum er galdandi í fýra ár, ella til hon verður avloyst av eini kunngerð um varandi vernd.