Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Danmark skal hava nýggjan landsliðsvenjara

Kasper Hjulmand og Peter Møller, fótbóltsstjórin í DBU, eru vorðnir samdir um, at venjarin fer úr venjarastarvinum

Kasper Hjulmand hevur valt at leggja frá sær sum danskur landsliðsvenjari.

DBU skrivar í morgun, at Hjulmand hevur ynskt at steðga sum landsliðsvenjari hjá A-landsliðnum við monnum, og tí eru partarnir samdir um at siga sáttmálan upp.

Fótbóltsstjórin í DBU, Peter Møller, og Kasper Hjulmand hava havt fleiri samrøður í kjalarvørrinum av EM-endaspælinum í summar, og her er Hjulmand komin til ta niðurstøðu, at manslandsliðið tørvar nýggja orku, sigur fótbóltssambandið í tíðindaskrivi.

52 ára gamli Hjulmand tók við landsliðsvenjarastarvinum í 2020 eftir Åge Hareide, og Peter Møller sendir nú fyrrverandi landsliðsvenjaranum hesa heilsan:

– Kasper hevur leverað eitt fantastiskt avrik sum landsliðsvenjari, og hevur ført danskan fótbólt og landsliðið fram á nógvum økjum. Úrslit hansara fyri eina tjóð sum Danmark eru í topp, og hann eigur sín stóra leiklut í, at danir standa í kø fyri at sleppa inn og síggja manslandsliðið spæla í Parkini hvørja einastu ferð.

– Tað er ein frálíkur danskur landsliðsvenjari, sum vit biða farvæl og skylda eina risa tøkk, sigur Peter Møller í tíðindaskrivinum.

Sáttmálin hjá Kasper Hjulmand við DBU gekk ikki út fyrr enn á sumri 2026 annars.

DBU upplýsir, at Morten Wieghorst tekur við sum fyribils landsliðsvenjari, og tað ger hann árið út.

Kasper Hjulmand stóð millum annað við róðrið, tá Føroyar mundu koppa Danmark á Tórsvølli í 2021, men har tað endaði við, at Danmark vann 1-0 í síðstu løtu, eftir at millum annað Jóan Símun Edmundsson hevði havt rakt tvørtræið.

Tá Danmark og Føroyar spældu venjingardyst í mars í ár, tá segði Kasper Hjulmand, at hóast Føroyar kanska ikki hava stóra status í landsliðsfótbólti, og skulu velja spælarar úr 2. deild í Danmark, so eru Føroyar framvegis eitt vandamikið mótstøðulið.

Les eisini...  Semja um fiskiveiðiavtalu millum Føroyar og Noreg fyri 2024

– Hetta vístu føroyingar í 2021, tá Danmark á fyrsta sinni skoraði eitt seint sigursmál í útidystinum, og har føroyingar eisini bitu frá sær í Parkini, mintist Kasper Hjulmand, og sipar til málið hjá Klæmint Andrasson Olsen, sum var fyrsta málið, ið Danmark læt inn í undankappingini tá.