Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fótbóltsskýlið um svenskt snús

Vit viðgera í dag evropeisku dystirnar, og sjálvandi eisini nýggja venjaran í svenska AIK, sum nú enn einaferð skal fáa eitt sovandi risa at vakna

Fótbóltsskýlið fer í dag at snúgva seg um evropeisku dystirnar hjá føroysku liðunum, har KÍ og Víkingur hava vunnið sær víðari luttøku, meðan B36 er úti.

Í komandi viku skal HB eisini í dyst, har møguleiki verður at møta fyrrverandi Barcelona spælaran Ivan Rakitić, sum júst hevur skift til Hajduk Split.

Vit fara sjálvandi eisini at tosa um Mikkjal Thomassen, sum nú skal venja svenska stórfelagið AIK, har uppgávan verður – eins og í KÍ og í Fredrikstad – at fáa ein sovandi risa á føtur aftur, men fer hann at megna tað?

Tað fara okkara serfrøðingar at meta um í tímanum millum klokkan 15 og 16 í dag á FM1, og teir eru Agnar Prestá og Rúni á Reynatrøð.

Vertur er Sigurjón Einarsson

Tøkningur og medvertur: Heri Simonsen