Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýggj saltsøla á Toftum

Tað verður ein nýggjur veitari, sum fer at selja salt á Toftum komandi tíðina.

Higartil hevur MJ Saltsølan veitt salt til virkir í Føroyum úr einum goymslubygningi á havnalagnum á Toftum.

Men hetta broytist nú.

Eitt noskt dótturfelag í Føroyum hevur leigað goymslubygningin og fer í komandi tíðum at veita salt til føroyskar framleiðarar.

Norska felagið eitur Saltimport og selir salt úr Yunis til marknaðin í Føroyum.

Tað er norska fyritøkan, sum innflytur salt til Føroya, men tað verður fyritøkan Thomsen, sum fer at standa fyri útkoyringini og øðrum praktiskum í sambandi við saltsøluna á Toftum.

Fyrsta lastin við salti var løgd upp á Toftum í farnu viku.