Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sverri í kvartfinaluni

Føroyski rógvarin Sverri Nilsen hevur róð sín fyrsta róður í olympisku leikunum í París.

Talan var um innleiðandi kapping at tryggja sær pláss í fjórðingsfinaluni. Sverri Nielsen róði móti fýra øðrum, men setti alt uppá og vann trygt í tíðini seks minuttir og 53 sekund.

Sverri Nielsen hevur annars verið plágaður av pínu í rygginum seinastu dagarnar, men eygleiðarar hilædu ikki at tað darvaði honum í rógvingini í dag.

Sverri Nielsen umboðar Danmark  nú OL er.