Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bogi Hentze og Øssur Hansen fegnast um møguleikan B71 og AB fingu at spæla á ólavsøku

Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trygva Absalonsen siga frá báðum málunum, ið komu í 1. deildardystinum á Tórsvølli B71-AB 1-1 (0-1). Hoyr Trygva taka stutt samanum dystin, og hoyr samrøðurnar hann gjørdi við liðskiparan hjá B71, Boga Hentze og við høvuðsvenjaran hjá AB, Øssur Hansen. Báðir fegnast um tiltakið og høvið B71 og AB fingu at spæla á ólavsøku. Bogi staðfestir vánaligan fyrra hálvleik og væl betri seinna hálvleik. Hjá Øssuri er kenslan tann øvugta.

Við at vinna brotssparkskappingina aftaná dystin 5-3 vann B71 eitt ólavsøkusteyp.

Myndir: Trygvi Absalonsen