Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ein væleydnað Tórsfest farin afturum bak

Tað bleiv væl og virðiliga dansað til ársins Tórsfest. Kári Fossdalsá, Adrenaline, Rasmus Seebach, Marius, Nik Kershaw, Frændur, Dynamit, Páll Finnur Páll og Hedegaard bjóðaðu uppá tónleikaframførslur í heimsflokki. Hóast veðrið var nakað váttligt (segði nakar føroyskt summar?) so vóru fólk glað, og mundu dansa fyri allar pengarnar. Tónleikararnir vóru sera væl nøgdir – undirritaða fekk høvi at heilsa uppá bæði Nik Kershaw og Rasmus Seebach, sum báður lótu sera væl at. Tað er ein frægd at framføra fyri føroyingum, segði Rasmus Seebach, sum vónar at koma hendan vegin aftur skjótt. 

Føroysku bólkarnir stóðu einki aftanfyri útlendsku nøvnini. Allir høvdu teir gott samband við fjøldina og leveraðu hvør í sær eina framførslu, sum ein kann liva leingi uppá. Vit gleða okkum longu til Tórsfest í 2025.