Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Almenni geirin má rekast bíligari

Vit mugu gera Føroyar kappingarførar um fólkið og gera eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum avmarkar møguleikarnar hjá politikarum at brúka pengar

Breiðar semjur og langtíðarsemjur fyltu nógv í røðuni, sum Aksel V. Johannesen, løgmaður, helt í Løgtinginum í dag.

Hann vísti millum annað á, at vit gerast alt færri á arbeiðsmarknaðinum.  Og fleiri eldri.

– Tíbetur liva vit longur. Men tíverri fáa vit færri børn, segði hann og vísti á, at að er ein av orsøkunum til vánaliga haldførið. 

– Samfelagið má laga seg eftir broyttu fortreytunum. Men tað hava vit – skiftandi landsstýri seinnu  árini – gjørt ov lítið við. 

-At tryggja langtíðarhaldførið krevur langtíðarloysnir. Langtíðarloysnir krevja langtíðarsemjur.  Tí mugu allir flokkar loysa hesa avbjóðing í felag. Og vit mugu gera tað nú, segði løgmaður.

So legði hann afturat

 -Saman við landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum havi eg kallað allar flokkar inn eftir ólavsøku. Vit  mugu gera skipanir, sum draga – og gera Føroyar kappingarførar um fólkið.

-Vit mugu finna semju  um eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum avmarkar, hvussu nógvar pengar vit politikarar kunnu brúka,  og tryggjar, at alt, vit gera, er fíggjað. Vit mugu reka almenna geiran bíligari og munabetur, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður.