Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Íbúðarneyðneyðin má loysast

 Hóast løgmaður ikki nevndi tað beinleiðis, so er mangul uppá bústaðir ein orsøk til at tilflytingin minkar

Landsstýrið fer nú undir at endurskoða almenna bústaðarpolitikkin.

Hetta verður gjørt so útboðið av bústøðum kann økjast og so sosiala rættvísi á bústaðarmarknaðinum verður tryggjað

-Tilflytingin seinastu árini hevur verið stór. Bústaðarmynstrið er eisini broytt, og meiri enn fjórði  hvør føroyingur býr nú einsamallur. Tí tørvar okkum lutfalsliga fleiri bústaðir fyri at nøkta tørvin.  Fáa fólk einki at búgva í, kunnu tey ikki velja Føroyar til, segði Aksel V., Johannesen, løgmaður,

Tí varð lógin um Húsalángrunnin broytt í vár. Nú kunnu kommunur stovna almannagagnlig  bústaðarfeløg saman við Bústøðum. Endamálið er at byggja gott og bíligt. Endamálið er ikki at  fáa stórt avkast. 

-Vit hava seinastu árini sæð, at hús og íbúðir verða keypt at leiga út til ferðafólk. Hetta ger tað  truplari hjá familjum at finna eitt heim. Tí fer Landsstýrið at leggja tvey lógaruppskot fyri Løgting ið í heyst. 

Annað uppskotið loyvir kommunum at taka gjald fyri tænastuveitingar til tóm hús, frá húsaeigarum, sum ikki búgva í kommununi. Hitt uppskotið loyvir kommunum at áleggja bústaðarskyldu á  nýggjar útstykkingar, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður í ólavsøkurøðu síni.