Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Pensjónsaldurin má hækka enn meira

Hetta er neyðugt fyri at tryggja komandi ættarlígum góð kor eins og teimum eldru í okkara samfelag

Vit hava hoyrt tað so mangan áður, serliga frá búskaparfrøðingum, at ein av loysnunum uppá at tryggja haldførið er, at pensjónsaldurin hækkar.

Nú má tað gerast.

-Tey, sum eru ella skjótt verða pensjónistar, fara ikki at merkja broytingarnar. Tað snýr seg einans  um okkum, sum enn hava fleiri ár eftir á arbeiðsmarknaðinumm, segði løgmaður í ólavsøkurøðu síni.

-Eru vit ikki øll samd um, at tey, sum orka, skulu kunna arbeiða longur? Og at tey, sum ikki orka,  skulu kunna takka fyri seg? 

-Vit eru jú samd um grundtónarnar., segði løgmaður.

-Øðrumegin skulu vit tryggja skjótt vaksandi eldra ættarliðinum góð livikor. Samstundis skulu vit  tryggja yngra ættarliðið, segði hann.

-Í vár atkvøddi Tingið fyri at avtaka marglætispensjónina hjá løgtingsfólki, so okkara pensjónsaldur  nú er tann sami sum hjá øllum øðrum. Eisini verða nýggir aðalstjórar settir eftir nýggjum treytum  og hava nú somu pensjónsviðurskifti og sama pensjónsaldur sum øll onnur. 

-Nú mugu vit so halda fram við arbeiðinum. Allir flokkar á Løgtingið eru bodnir við, so vit  kunnu finna varandi loysnir. Segði Aksel  V. Johannesen, løgmaður.