Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Steffan: Hetta er ein fantastisk kensla – Tórður: NSÍ var effektivari enn vit

Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trygva Absalonsen siga frá teimum fimm málunum, ið vóru skotin í dystinum B68-NSÍ 1-4 (0-2) á Tórsvølli. Hoyr Trygva taka stutt samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við málverjan hjá B68, Tórður Thomsen, ið staðfestir, at NSÍ í fyrra hálvleiki var effektivari enn B68. Hoyr eisini samrøðuna Trygvi gjørdi við tvímálsskjúttan hjá NSÍ, Steffan A. Løkin, ið heldur tað vera eina fantastiska kenslu at vinna ein dyst frammanfyri einari stórari áskoðarafjøld á Tórsvølli á ólavsøku.

Mynd: Trygvi Absalonsen.