Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Størri sjálvsavgerðarrætt og fullan limaskap

Løgmaður vísti greitt á, at vit hava valt  ES og NATO til á uttanríkispolitiska økinum

Tá ið støðan er so spent sum hon er í heiminum í dag, so  mugu vit hugsa um hvørji tekin vit senda úr Føroyum og út í heim – hvat vit siga og hvønn vit samstarva við.

Tað kann fáa avgerandi týdning.

-Tí skrivaðu vit undir semjuskjal við ES, tá ið Ursula von Der Leyen vitjaði í vár – og tí vilja vit  endurnýggja avtalurnar við ES. 

-Tí hava vit gjørt semjuskjal við USA, og tí letur sendistovan í Washington loksins upp í heyst.

-Tí vilja vit styrkja handilssamstarvið við Bretland, Japan, Brasil, Kina, India og Suðurkorea. Tí hava vit minkað samstarv okkara við Russland. 

-Tí vilja vit í nógv størri mun umboða okkara egnu áhugamál úti í heimi, segði løgmaður. 

Hóast samstarvið við donsku stjórnina er gott, er breið semja í Tinginum um, at vit mugu víðka  uttanríkispolitiska virkisførið, legði hann afturat. 

-Allir flokkar halda, at Føroyar eiga at hava sjálvstøðugan limaskap í viðkomandi altjóða felags skapum. Eitt nú heimshandilsstovninum WTO og í fiskivinnufelagsskapunum NEAFC og NAFO. 

-Nú eru vit eisini farin at missa tolið við Norðurlandaráðnum. Í hálva øld hava vit roynt at fáa  fullgildan limaskap – til fánýtis. 

-Eftir ólavsøku fari eg at kalla forfólkini í øllum flokkum inn, so breið semja kann fáast um, hvussu  vit víðka rásarúmið á uttanríkispolitiska økinum. 

-Her krevst, at vit lata ósemjurnar um loysing/samband liggja og savna okkum um tað, vit eru samd  um. Annars koma vit ikki úr stað, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður.