Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Suðuroyartunnil er á veg

Uppskot verður lagt fyri tingið í heyst um at byggja Suðuroyartunnil

Eitt av stóru málunum, sum leingi hevur fylt nógv, er spurningurin um at gera fast samband millum Suðuroynna og meginøkið.

Løgmaður segI, at hann hevur góðar vónir um, at breið semja fæst um eina  loysn, tá ið uppskot um Suðuroyartunnil verður lagt fyri tingið í heyst.

– Hóast fólkatalið veksur í Føroyum, minkar tað í Suðuroynni. Miðalinntøkan er lægst í Suðuroynni  – og arbeiðsloysið størst. Fyri at venda gongdini mugu vit knýta Suðuroynna í meginøkið, segði løgmaður.

-Ein nøktandi bústaðarpolitikkur snýr seg eisini um at tryggja bústaðir kring alt landið. Og tað  er sigandi, at einki sethús er í gerð í Suðuroynni. 

Tí havi eg góðar vónir um breiða semju, tá ið vit leggja uppskot um fast samband millum Suðuroynna  og Sandoynna fyri tingið í heyst, segði løgmaður í dag í Løgtinginum.