Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hoyr metmannin Árna Frederiksberg og verjuskansan Odmar Færø seta orð á 3-2 sigurin hjá KÍ á Malmö FF

Hoyr samrøðurnar reportarin hjá FM1, Trygvi Absalonsen gjørdi við metmannin, Árna Frederiksberg sum nú hevur skotið 11 mál í evropeiskum dystum, ið er met fyri ein føroyskan leikara, og samrøðuna Trygvi gjørdi við verjuskansan, Odmar Færø um flotta 3-2 sigurin á Malmö FF í Champions League undankappingardystinum á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík. Aftaná seinasta bríksl harmaðust menn um at vera slignir úr Champions League aftaná samlað 4-6 tap, men aftaná eina løtu kendu teir gleði yvir eitt gott avrik, og nú verður fokuserað upp á heimligu kappingina og komandi uppgávuna í triðja undanumfarinum í Europa League.

Myndir: Trygvi Absalonsen