Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Beinleiðis frásagnir á FM1 í kvøld: Víkingur-Gent (klokkan 19) og HB-Hajduk Split (klokkan 20)

Frásøgumennirnir hjá FM1, Rúni á Reynatrøð og Trygvi Absalonsen siga í kvøld beinleiðis frá dystunum, ið vera leiktir í øðrum undanumfarinum í Conference League. Klokkan 19 sigur Rúni saman við viðmerkjaranum, Per Dávidsson Jacobsen beinleiðis frá dystinum við Djúpumýru í Klaksvík millum Víking og belgiska liðið, KAA Gent. Klokkan 20 sigur Trygvi beinleiðis frá dystinum á Tórsvølli millum HB og Hajduk Split.