Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Klokkan 16: Betri Kvinnur í B36 Varpinum

Í B36 Varpinum í morgin tann 1. august klokkan 16 vitja Valborg Østerø og Ester Ellingsgaard frá okkara besta kvinnuliði. Vit fara at práta um kappingarárið higartil og um leyst og fast um kvinnufótbólt – bæði í B36 og í Føroyum sum heild. B36 Varpið er at hoyra hósdag klokkan 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld klokkan 23 og sunnudag klokkan 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo. B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.