Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dømdur fyri morð í heimlandinum

Frihedsbrevet avdúkar, at maðurin, sum í apríl í ár framdi eitt ógvusligt álop, áður er dømdur fyri morð í heimlandinum.

Frihedsbrevet avdúkar, at maðurin, sum í apríl í ár framdi eitt ógvusligt álop á unga gentu, áður er dømdur fyri morð í heimlandinum.

Maðurin, sum enn situr í varðhaldi í Føroyum, er áður dømdur fyri morð í Póllandi, haðani hann kemur frá.

Tað var eitt kvøld í apríl, at unga kvinnan fór ein túr millum havnina og argir, og varð álopin. Unga kvinnan, sum er í 20’unum fekk skaðar av hendingini, og varð talan um ógvusligan harðskap. Kvinnan varð koyrd á Landssjúkrahúsið til kanningar og løgreglan bleiv boðsend. Maðurin varð stutt eftir hetta handtikin.

Maðurin er komin til Føroyar arbeiðisørindum, og hevur áður verið dømdur fyri morð í heimlandinum. Føroyskir mynduleikar hava ikki lógarheimild til at biða um reina revsiváttan, áðrenn útlendingar koma hendaveg at arbeiða, tískil kann einhvør útlendingur koma til Føroyar at arbeiða uttan at tað verður upplýst um viðkomandi er vandamikil fyri samfelagið ella ikki.

Málið hevur ikki verið fyri rættinum enn.