Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Elinborg, Kóboykex og Aggrasoppar á Nürnberg Pop Festival

Elinborg, Kóboykex og Aggrasoppar skulu framføra á Nürnberg Pop Festival í oktober.

Nürnberg Pop er ein týdningarmikil tónleika- og mentanarstevna, sum verður hildin á hvørjum ári í Nürnberg, Týsklandi, og hevur verið í 13 ár.

Stevnan minnir eitt sindur um Iceland Airwaves og verður hildin á ymiskum støðum í gamla býnum í Nürnberg, so sum kirkjum, søvnum, hotellum, lokalum barrum og nútímans klubbum.

Har verða ymiskar tónleikagreinar vístar fram, so sum indie, pop, electro, rock, hip-hop, soul, folk og jazz, og so víðari.

Sum ein framsýningarfestivalur, sum í nógv ár hevur miðað ímóti londum og marknaðum uttanfyri týskt-mælta økið, eru vit serliga bergtikin av góðskuni av listafólkum úr Norður Evropa. Tað er Faroe Music Export (FMX) at takka, at vit hava haft møguleikan at uppdaga dugnalig listafólk úr Føroyum. Vit gleða okkum sera nógv at vísa fram trý spennandi listafólk úr Føroyum fyri bæði tónleikaídnaðinum og tónleikaelskarum á Nürnberg Pop, sigur David Lodhi sum er Head of Booking and Festival Management, ið er sera spentur um nýggja samstarvið við Føroyar.

Hetta er eitt frálíkt samstarv, sum vit gleða okkum sera nógv til og vóna er byrjanarskotið til, at føroysk listafólk verða vælkomin á stevnuna í langa tíð frameftir. Tað er eisini ein framúr møguleiki at taka fyrstu fetini, at etablera seg í einum av heimsins størstu tónleikamarknaðum, í Týsklandi, sigur Glenn Larsen, stjóri fyri Faroe Music Export (FMX).

– Hetta er bert eitt av mongu spennandi tiltøkunum, sum eru á veg, og tað verður eitt hendingarríkt heyst fyri føroyska tónleikaídnaðin, leggur Glenn Larsen afturat.