Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýggj gransking um fyribyrging av demens

Lancet Kommissiónin er komin út við nýggjari rapport um demens og fyribyrging

Lancet Kommisiónin um demens fyribyrging, í blanding og røkt undirstrikar vaksandi útbreiðsluna av demens, og týdningin av at minka um vandafaktorar. Í rapportini nevnir Lancet Kommissiónin 12 vandafaktorar, so sum útbúgving, høgt blóðtrýst, hoyriloysi, royking, yvirvekt, tunglyndi, kropsliga óvirkin, diabetes, sosialan avmarkan, ovurnýtsla av alkoholi, høvuðsskaðar og dálking.

Nýggjasta rapportin frá 31 Juli 2024 leggur dent á tveir nýggjar vandafaktorar, nemliga óviðgjørt blindni og ov høgt LDL-kolesterol.

Lancet Kommissiónin undirstrikar eisini týdningin av tíðliga og samanhangandi í blandan gjøgnum lívið, fyri at minka um vandan at fáa sjúkuna. Mett verður at áleið 50% av demenstilburðunum kunnu væntandi fyribyrgjast ella útsetast, um hond verður tikin um vandafaktorarnar.

Kelda: https://www.thelancet.com/journals/lancet/article/PIIS0140-6736(24)01296-0/abstract