Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tyrlan flutt skaddan persón á Landssjúkrahúsið

Skaddur persónur fluttur frá gøtuni omanfyri Saksun til Landssjúkrahúsið.

Tað var kl 12.56 í dag, at MRCC fekk boð um skaddan persón.

Tyrlan varð boðsend at heinta skadda persónin, tí viðkomandi var staddur á gøtuni omanfyri Saksun. Tað gekk ein hálvur tími frá boðini vóru móttikin, til viðkomandi varð fluttur á Landssjúkrahúsið.