Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ferðslan í Klaksvík avmarkað komandi vikuna

Summarfestivalurin stendur aftur fyri durum, og Klaksvikin ger til reiðar til ein fantastiskan festival. Eins og onnur ár verður ferðslan kring miðbýarøkið umskipað í samband við festivalin

Fyrireikingarnar til Summarfestivalin eru farnar í gongd og byrja at ávirka ferðsluna frá mánadegnum 5. august, hetta er galdandi alla festivalvikuna, sum er komandi vikuna.

Í tíðarskeiðnum, meðan ferðslan er umskipað, koyrir Býarbussurin hjá kommununi ikki. 

Koyrandi verður aftur sum vanligt mánamorgunin 12. august.

Sí ferðslukortið, sum kommunan hevur gjørt, her.