Fyrireikingarnar til Summarfestivalin eru farnar í gongd og byrja at ávirka ferðsluna frá mánadegnum 5. august, hetta er galdandi alla festivalvikuna, sum er komandi vikuna.
Í tíðarskeiðnum, meðan ferðslan er umskipað, koyrir Býarbussurin hjá kommununi ikki.
Koyrandi verður aftur sum vanligt mánamorgunin 12. august.
Sí ferðslukortið, sum kommunan hevur gjørt, her.