Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

8000 fólk sleppa á Summar Festivalin í 2024

Bert 1000 vikuskiftispass verða seld aftrat.

Stórur áhugi er fyri at fara á Summar Festivalin, sum í ár hevur 20 ára jubileum.

Økið á Vágsbøði í Klaksvík, har Summarfestivalurin vanliga er hildin, er nakað minni orsakað av bygging í økinum, og tað hevur við sær, at í mesta lagi 8.000 fólk sleppa á Summar Festivalin í ár.

Summar Festivalurin boðar frá, at bert 1000 vikuskiftispass aftrat verða seld í forsølu.

Afturat tí verður eitt avmarkað tal av dagsbillettum sett til sølu. Hesar billettir kunnu bert keypast við inngongdina á sjálvum degnum. 

Á Summar Festivalinum í ár spæla eitt nú Olly Murs, Uriah Heep, Faustix, Paul Watchorn, Lena Anderssen, Dynamit, Dania O. Tausen, RSP, Frændur og fleiri.