Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Børn og ung, sum verða send av landinum

Liljan Weihe, løgtingskvinna, setir Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismaðurí barna-og útbúgvingarmálum skrivligan fyrispurning um talið av børnum og ungum sum verða send av landinum til viðgerðar og hvat tað kostar okkum sum tjóð.

Liljan Weihe vil nágreiniliga vita hvussu nógv børn eru flutt av landinum seinastu 5 árini, hvussu nógv eru farin sjálvboðin av landinum, hvussu nógv eru send umvegis kommunalu barnaverndatænasturnar og uttan um landsmynduleikan. Samstundis spyr hon hvat hetta kostar okkum sum tjóð, og hvat landsstýrismaðurin hugsar at gera frameftir, fyri at tryggja, at vit kunna taka okkum av okkara egnu borgarum.

Liljan Weihe skrivar soleiðis í fyrispurningi til landsstýrismannin:

Á hvørjum ári verða føroysk børn og ung send til Danmarkar á stovn av føroyskum myndugleikum, tí vit ikki hava nøktandi tilboð til tey í Føroyum.

Hetta eru børn, sum hava stórar og samansettar avbjóðingar. Heldur enn at lofta teimum og hjálpa teimum í teirra heimliga umhvørvi, verða tey send til eitt fremmant land, við einum fremmandum máli og fremmandari mentan. Langt burturi frá familju, næstringum og øllum tí, sum er kent.

Hetta kann sjálvsagt ikki góðtakastog má sjálvandi steðgast.

Tað er eisini torført at fáa neyvt innlit í, hvussu nógv børn og ung verða send av landinum, tí summi fara “sjálvboðið”, summi verða flutt til Danmarkar av barnaverndartænastunum, summi umvegis heilsuverkið og uppaftur onnur umvegis Almannaverkið.

Sum skilst verða summi børn og ung send meira ella minni “sjálvboðið” av landinum á t.d. eftirskúla ella annan stovn.

Eisini ber illa til at vita, hvørt summi verða send av landinum av kommunala myndugleikanum og ikki einans eftir avgerð hjá Føroya Kærustovni, fyrrverandi høvuðsbarnaverndini.

Av tí sama er eisini trupult at lýsa, hvat skal gerast fyri at steðga hesum og gera sær eina meting av, hvussu nógv hetta kostar landinum í krónum og oyrum. Tí verða hesir spurningar settir teimum landsstýrisfólkunum, sum varða av hesum børnum og ungum: landsstýrisfólkini í barnamálum, almannamálum og heilsumálum.

Sí fyrispurningin her.