Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Danny Baldursson í nýggjum hami

Tónleikarin og sangskrivarin Danny Baldursson, kendur frá bólkinum DANNY & THE VEETOS, gav síðst í juli nýggja staklagið "girl it is you" út undir navninum “baldursson”. Í samband við hesa spennandi nýggju verkætlan hevur “baldursson” í dag útgivið sítt fyrsta sjónband.

baldursson lýsir tónleikastílin hjá nýggju verkætlanini sum edgy pop, ein stílur hann hevur arbeitt við leingi.

– Tað eru sjálvdan tónleikabólkar, ið geva mær íblastur, men heldur einstakir sangir, hja hesum bólkunum, ið geva mær íblástur, sigur Danny Baldursson um íblásturin handan nýggju verkætlanina.

Við sínum nýggja navni og tónleikaliga úttrykki er baldursson longu farin at vekja ans í tónleikaheiminum, og hansara nýggja sjónband verður væntandi sera væl móttikið.

Sangurin er skrivaður av Danny Baldursson og finlendinginum Camu Creutz, og er framleiddur av Camu Creutz og Símun Dam.

Framleitsla og ljós av sjónbandi: Jákup Skovgaard Thøgersen (thog.fo)

Filma hevur Petur Sigurð í Króki.

Sjónband: