Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hanus Sørensen: Fantastiskt at vinna ein dyst aftur

Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Rúna á Reynatrøð siga frá teimum trimum málunum HB skoraði móti Skála á ovara vølli í Gundadali. Hoyr eisini samrøðuna Rúni gjørdi við Hanus Sørensen, ið skoraði til 3-0 við einum framúr góðum frísparki. Hanus sigur, at aftaná fýra dystir á rað uttan ein sigur, so er tað fantastiskt at vinna ein dyst aftur.