Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgreglufólk fóru mannsterk inn í hús í Miðvági

Løgreglufólk fóru í kvøld inn í eini hús við høvuðsvegin í Miðvági.

Løgreglufólk fóru í kvøld inn í eini hús við høvuðsvegin í Miðvági.

– Talan er um ein mann, ið er sálarliga illa fyri. Vit sendu okkara servandu løgreglufólk og tvey samráðingarfólk fyri at loysa spentu støðuna, sigur vakthavandi hjá løgregluni. 

Løgreglan, sum var væl mannað og alvápnað, eitt nú við skjøldrum, fór inn í bústaðin, og alt tóktist ganga stillisliga fyri seg.

Vakthavandi sigur, at tað var fyri at tryggja, at einki hendi løgreglufólkunum, at servanda løgregluliðið varð tilkallað.

– Vit vilja helst umganga, at vit skulu arbeiða aftureftir, sigur vakthavandi