Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sendistova í Grønlandi hevði verið ein góð íløga

Hetta sigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Høgni Hoydal við Kringvarpið.

Tað hendir nógv í bæði Grønlandi og Arktis í løtuni, og tí er løtan tann rætta at styrkja sambandið við Grønland, heldur Høgni Hoydal.

Ein sendistova í Grønlandi hevði verið ein góð íløga, sigur hann.

– Eg havi altíð hildið, at vit eiga at styrkja sambandið við Grønland, bæði tí vit søguliga altíð hava havt tætt samband við Grønland, men eisini tí vit hava nógv felags áhugamál, hetta staðfestir Høgni Hoydal í samrøðu við Kringvarpið

Og so hendir nógv í Grønlandi í løtuni. Teir byggja flogvøllir, og vit síggja, at Íslandi hevur havt stórt gagn av at lata sendistovu upp í Grønlandi, leggur hann afturat. 

Fyrsta stigið at styrkja sambandið við Grønland er longu tikið, tí Sendistova Føroya í Íslandi er eisini akkrediterað til Grønland, ið merkir, at tað eisini hevur Grønland sum sítt arbeiðsøki.

– Men eg haldi, at tað hevði verið uppaftur betri at havt eina sendistovu í Grønlandi, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum at enda. 

Hetta meldar Høgni Hoydal út í samband við Løgmansrøðuna á Ólavsøku, og vónar hann at uppskotið fær góða undirtøku.

Hoyr samrøðuna við Høgna Hoydal her.