Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Danska poppdrotningin til Føroyar

Seinastu árini hevur hon rakt nýggjar hæddir, og er Medina aftur vorðin ein av mest eftirspurdu tónleikarunum í Skandinavia.

Hennara løg hava í nógv ár verið nógv tráspæld bæði í Føroyum og uttanlands, nøkur av hennara kendastu løgum eru “Kun for mig”, “Velkommen til Medina”, “Mest Ondt”, “Ensom”, “Vi To”, “For Altid” og “Synd For Dig”. Nýggjari løg sum “Giv Mig Alt” og “Danser For Mig Selv” hava eisini ligið ovast á hittlistunum.

Í seinastuni hevur Medina spælt færri konsertir, men hon selur næstan altíð øll atgongumerkini til tær konsertirnar hon hevur. Tað er stórur eftirspurningur eftir hennara konsertum, og fyriskiparar stríðast fyri at fáa hana at spæla. Hon endaði Roskilde Festivalin 2024, og longu 1,5 tímar áðrenn hennara konsert byrjaði, var fullsett framman fyri Arena pallin.

Á ‘Orange Scene’, størsta pallinum á Roskilde Festivalinum, spældi heimsstjørnan SZA samstundis sum Medina, men sambært dr.dk: “Og selvom stjernen SZA spillede på Orange Scene og kun var halvvejs gennem showet, valfartede gæsterne til Arena. Den amerikanske stjerne kunne tydeligvis ikke måle sig med vores eget danske sangikon, som på festivalen har været et af de største samtaleemner.”

Medina hevur verið virkin í góð 15 ár og hevur gjøgnum hesi árini útgivið eitt hitt eftir annað. Í Danmark eru hennara løg vorðin partur av fólkaognini, og nøkur av hennara løgum hava eisini verið nógv spæld í USA.

Kvøldið í Høllini á Hálsi byrjar kl. 22:30. Fleiri nøvn verða kunngjørd seinni.

Tiltakið er fyri vaksin og er 21 ára aldursmark.

Fyriskipararnir vænta nógv fólk, og atgongumerkir verða sett til sølu á ebillett.fo tann 21. august 2024.