Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eivør og Føroya Symfoniorkestur spæla í Lívdini og DR Konserthúsi

Hósdagin 8. august Spælir Føroya Symfoniorkestur í Lívdini í havn, og leygarkvøldið 10. August í Konserthúsinum hjá Danmarks Radio. Solisturin er eingin minni enn Eivør, og verður Føroya Symfoniorkestur stjórna av Bernhardi Vilkinson.

Fjølbroytt konsertskrá

Tað vera fleiri føroysk tónaskøld á skránni á konsertunum hjá Føroya Symfoniorkestri. Eivør framførir egin løg, við teksti frá Marjuni Syderbø Kjelnes. Tróndur Bogason hevur umsett tónleikin fyri symfoniorkestri. Eivør fer eisini at syngja tveir sálmar.

Frumframførsla verður eisini av verkinum “Tónar úr innastu tøgnini” eftir Sunleif Rasmussen.

Eftir steðgin framførir Føroya Symfoniorkestur 5. Symfoniina hjá Tjajkovskij, ið er í fýra satsum. Verkið er mett sum eitt av størstu verkunum sum Tjajkovskij hevur skrivað.

Konsertin í Lívdini er útseld, men enn eru nøkur atgongumerki eftir til konsertina í Keypmannahavn, boðar Føroya symfoniorkestur frá í tíðindaskrivi. 

Mynd: Finnur Justinussen / leit.fo