Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stórt Silvaland á Summar Festivalinum

Aftur í ár verður Silvaland á Summar Festivalinum.

Aftur í ár verður Silvaland á Summar Festivalinum.

Millum annað verða ymiskir aktivitetir, undirhald, tónleikur, klovnar og dansur á skránni. Ein sera vakur og gandakendur djóraheimur við føroyskum djórum og spennandi skriðdjórum verða eisini.

Eisini kann man royna ballóngarðin, hoppiborgir, boingbóltar, teknistovu, pinkuland, barnabarrina og góðan mat. Til ber eisini at heilsa uppá víkingar, brølandi dinosaurin og sjálvan Silva hvønn dag.

Silvaland opnar hósdagin kl 15, og byrjar við stórari skrúðgongu og gøtukarnevali, fari verður úr Klaksvíksgarðinum við pyntaðum, larmandi og syngjandi børnum og festivalgestum. Øll eru vælkomin at seta sín festliga dám á ta stóru skrúðgongina.

Silvaland verður opið hósdagin, fríggjadagin, og leygardagin fra kl 15 til 19.