Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Summar Festivalurin nærkast

Summar Festivalurin verður í Klaksvík tann 8. til 10. august

Nú nærkast Summar Festivalurin av álvara. Hósdagin byrjar festivalurin, og hildið verður fram til seint leygarkvøldið.

Í tríggjar dagar bjóðar landsins størsta tónleikatiltak konsertir og undirhald á trimum pallum, umframt at Silvaland hevur aktivitetir og framførslur fyri børn.

Í Summar Festival blaðnum kanst tú lesa um tey, sum skulu framføra, tú fært kunning um ymiskt á festivalinum, tú sært skráir fyri teir ymsu pallarnar og Silvaland og annað.

Les Summar Festival blaðið 2024 her