Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Útlendsk arbeiðismegi við reinari revsiváttan

Beinir Johannesen, løgtingsmaður, hevur sett Bjarna Kárason Petersen, landstýrismanni í lógarmálum, fyrispurning í samband við útlendska arbeiðismegi og revsiváttan.

Beinir Johannesen, løgtingsmaður, hevur sett Bjarna Kárason Petersen, landstýrismanni í lógarmálum, fyrispurning í samband við útlendska arbeiðismegi og revsiváttan.

Er landsstýrismaðurin sinnaður at broyta treytirnar soleiðis, at útvegast skal revsiváttan?

So hvørt sum virksemið í landinum økist, veksur tørvurin á arbeiðsmegi. Tí hava vit sett eitt nú fast-track skipanina í verk. Hetta hevur hjálpt einum stórum parti av vinnulívinum at fáa fatur á arbeiðsmegi, sigur Beinir Johannesen.

Dømdur fyri morð í heimlandinum

Beinir Johannesen vísur eisini á, at hóast fast-track skipanin hevur verið góð, er har eisini ein baksíða, sum føroyskir miðlar áður hava víst á.

Tað er gott, at møguleiki er at fáa skikkaða og góða arbeiðsmegi hendavegin, men endamálið má aldrin vera, at tað skulu innflytast dømdir brotsmenn til Føroya, leggur Beinir Johannesen afturat.

Hvat skal til fyri at útlendingar ið koma hagar umvegis arbeiðisloyvi og Fast-Track, skula útvega revsiváttan, tá søkt verður um arbeiðisloyvi? Í dag er onki krav um, at ein revsiváttan skal útvegast, sum kann forða fyri, at dømdir brotsmenn koma higar at arbeiða. Vit eru eitt lítið og viðbrekið samfelag, ið hevur nógv at verja. Tí mugu vit vera á varðhaldi, sigur Beinir Johannesen.