Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Víkingar í Føroyum

Berserk eitur víkingaáhuga-bólkurin, ið endurskapar víkingatíðina við handverkið, søgu og bardagum.

Berserk er ein víkingaáhuga-bólkur, har lívið, handverkið og søga í víkingatíðini verður endurskapa, og inniber hetta eisini eitt sindur av bardaga.

Djóni Debes Isaksen, limur í víkingaáhuga-bólkinum Berserk, greiðir soleiðis frá,

– Hví bólkurin varð stovnaður og nær, veit eg ikki heilt sikkurt, men vit hava ein góðan felagsskap. Vit eru uml. 20 limir í Berserk, summi eru oftari at síggja til ymsu tiltøkini enn onnur.

Um summarið hevur Berserk bólkurin nøkur føst tiltøk, eitt nú á Mentanarnáttini í Havn, til Festívalhøll á Sandi, Mentanarnáttini í Fuglafirði og at fara tey eisini at hava eitt tiltak á Summar Festivalinum.

– Í ár vóru vit eisini í Norðagøtu til Tróndadagar. So vit hava verið við til nøkur tiltøk í Føroyum, og nøkur í bólkinum vóru eisini í Íslandi til ein víkingamarknað, fortelur Djóni Debes Isaksen og leggur avtrat

– Vit taka við gleði ímóti fleiri fólkum, sum eru áhugað í onkrum úr víkingatíðini, eisini teimum, sum bara vilja sleppa at berjast.

Mynd: Ancient Tracks
Mynd: Ancient Tracks