Álopið á Mette Fredriksen hendi 7. Juni á Kultorvet í Keypmannahavn. Mette Fredriksen bleiv sligin, men fekk ikki mein av álopinum.
Fyri hetta fær hann fýra mánaðir fongsulsrevsing, og verður útvístur av landinum, við innferðarforboð í seks ár.
Umframt fyri at sláa forsætisráðharran, er sami maður eisini dømdur fyri ósømiligan atburð móti ungum kvinnum.
Hetta skrivar Danmarks Radio á teirra heimasíðu.