Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

OL luttakari ættarbond úr Klaksvík

Eftirnavnið hjá Viktor Solmunde avdúkar føroyskar røtur.

16-ára gamli danin Viktor Solmunde koyrir á rullifjøl, ella á skateboard. Omma hansara, Lisbeth Solmunde Michelsen, er ættað úr Klaksvík, men býr í Aalborg.

Í dag Kl 11.30 føroyska tíð, skal Viktor Solmunde kappast um eitt finalu pláss í OL.

Ítrótturin er býttur í tvey, street og park. Street snýr seg um at koyra so væl sum til ber í einum økið við rimagørðum, trappum og øðrum lutum. Park snýr seg um at koyra í einum økið, ið er sum ein skál, har rampur og annað eisini eru partur av økinum.