Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ungur klaksvíkingur skal venja AaB

Úr fótbóltsskúlanum hjá KÍ til fótbóltsskúlan hjá Aalborg Boldspilklub.

Fyri 30 árum síðani var tað nærum óhugsandi, at føroyskir leikarar skuldu kunna gera seg galdandi uttanlands, hóast tað vóru nøkur undantøk. Allan Simonsen mundi seta ferð á útferðarhugin og dreymin um eina fótbóltslívsleið í yrkisfótbólti uttanlands.

Seinnu árini hava venjarar eisini fingið brell. Páll H. Guðlaugsson og Jens Martin Knudsen (báðir Leiftur) hava roynt seg í bestu íslendsku deildini. Kurt Mørkøre hevur roynt seg í lægri norsku deildum og eitt nú verið venjari hjá eykaliðnum hjá Kristiansund, sum spælir í bestu norsku deildini. Erik Ernesto Nielsen var hjálparvenjari hjá Kolding í 1. deild og stýrir nú FC Sønderborg og síðani Mikkjal Thomassen hjá fyrst Fredrikstad og síðani AIK Stockholm, meðan Tóki Klakk Olsen nú skal vera partur av fótbóltsskúlanum hjá FC Midtjylland.

Ein annar, sum eisini hevur hildið seg til fatið, er 25 ára gamli klaksvíkingurin, Regin Høgnesen, sum sjálvur setti seg í samband við AaB, sum júst er flutt uppaftur í bestu donsku deildina, 3F Superliga. Eftir orðaskifti aftur og fram er nú greitt, at Regin fer at royna seg í toyminum rundan um U15-liðið. Rasmus Dalgaard verður høvuðsvenjari, meðan Regin verður hjálparvenjari.

Regin hevur UEFA B-prógv og royndi seg fyrstu ferð sum venjari hjá KÍ U12 í 2014. Tá spældu 38 dreingir úr 2004 árganginum við KÍ og fleiri hava síðani gjørt seg galdandi á besta ella næstbesta liðnum hjá KÍ. Fleiri av hesum somu leikarum vóru við til at vinna FM fyri U21-lið í 2022. Júst FM-heitið við U21-liðnum hevur helst verið avgerandi fyri, at ungi klaksvíkingurin nú sleppur at royna seg í fótbóltsskúlanum hjá Aalborg Boldspilklub.

Les eisini...  FM1 sunnudagin: B36-KÍ kl. 14, Víkingur-EB/Streymur kl. 15, og Eysturríki-Føroyar kl. 16.50

Spennandi verður at fylgja gongdini hjá Regini og AaB.