Í samband við hesa verkætlan eru tað fleiri, ið mótmæla staðsetingina av vindmyllulundini og atkomuvegnum.
Ein av teimum, ið ikki fegnast um hesa staðseting er Hanus Johannesen, ið býr á Sandi. Hann, saman við fleiri øðrum stigtakarum, hava sett gongd í eina innsavning av undirskriftum, at mótmæla staðsetingini.
Hanus Johannesen leggur dent á, á facebook vanga sínum, at hann als ikki er ímóti vindmyllulundini sjálvari. Hann tekur fult undir við at man má royna at flyta seg til grønari loysnir, og burtur frá oljunýtslu. Tó heldur hann ikki at tað skal kosta djóralívinum og náttúruni at man roynir at flyta seg á eina grønari leið, men heldur at man finnur eina loysn, sum gagnar øllum.
– Tað eru summi sum halda hettar er rætt at gera og eru ósamd í at hettar fer at elva til skaða. Friður verið við tí. Eg meti hesi taka feil og at tað fer at koma okkum aftur um brekku, tá skaðin er gjørdur og hóast eg eri skeptiskur um at tað fer at eydnast at steðga vindmyllustaðsetingini, so má man royna at ávirka, soleiðis at eitt annað passandi stað verður funnið, greiðir Hanus Johannesen frá á facebook.
Mett verður at hetta er eitt tað náttúruríkast økið í Føroyum, við heilt serligum vistskipanum og avbera fjølbroyttum fuglalívi. Sambært fuglaserfrøðinginum Silas Olofson eru heili 16 av fuglasløgunum, sum halda til í Klivaløkshaga, hótt.
– Tað skal nokk passa at hendan er besta staðseting fyri veður og vind og at fáa sum mest burturúr í so máta. Tey, ið hava kannað hesi tingini vita allarhelst hvat tey tosa um, men eg eri stórliga bangin fyri at tey hava start seg blindan í at fáa mest av kw pr. tíma og eru tískil sinnaði at lata nógv afturfyri av veikari náttúru, hesum til frama, sigur Hanus Johannesen afturat.
Silas Olofson, fuglaserfrøðingur, mælir eisini frá staðsetingini:
– Økið á Sandoynni er sum okkara Amazonas. Eftir minum tykki er hetta kanska ríkasta økið í føroyum, tá tað kemur til fugl. Bæði gæs og hagafugl. Hetta er eitt avbera ríkt fuglaøki, sigur Silas Olofson.
Silas Olofson metur eisini, at vindmyllurnar fara at standa beint í flogrutuni, sum fuglarnir hava millum Gróthúsvatn og Søltuvík, og kemur hetta, afturat øllum øðrum, at hava sera neiliga ávirkan á fuglalívið.
– Eg hevði viljað kunnað givið eitt sovorðið øki viðari til míni børn, abbabørn og eftirkomarar, fyri at vísa hvørji fuglasløg vit hava. Heldur enn bara at siga: Ja, tá eg var ungur, sá eg hesi fuglasløgini her, men nú eru tey horvin, sigur Silas Olofson at enda.
Á change.org eru also nærum 800 undirskriftir, sum mótmæla staðsetingini av vindmyllulundini og atkomuvegnum eystanfyri Sandsbygd.