Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Telefon í hondini og einki koyrikort

Tað hevur alt í alt veri eitt friðarligt samdøgur, sigur løgreglan

Í gjár fyrrapartin var ein bilførari steðgaður, tí hann koyrdi bil ímeðan hann tosaði í handhildnari telefon. Bilførarin fekk bót og klipp í koyrikortið.

Seinnapartin steðgaði løgreglan aftur einum bilførara, ið vísti seg at einki koyrikort hava. Bilførarin hevði mist loyvið at koyra, og hevði ongantíð veri upp til koyriroynd aftur.

Eisini komu boð inn um ein grindahval, ið var rikin á land við Skeljavirkið á Oyri. Hvalurin er tó burturbeindur.