Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

21 ára gamal ákærdur fyri neyðtøku

Nevningating byrjar í Føroya rætti 2. septembur. Ein 21 ára gamal maður er ákærdur fyri fleiri neyðtøkur

21 ára gamli maðurin skal í nevningarting í Føroya rætti mánadagin 2. septembur.

Allir dagarnar í tí vikuni eru avsettir til nevningarting.

Nevningarting merkir, at ákæruvaldið krevur minst 4 ára treytaleysa fongsulsrevsing.

Maðurin, sum bleiv tikin í oktobur mánaða í fjør, hevur sitið í varðhaldi síðan tá. Í síðstu viku avgjørdi rætturin at maðurin skuldi sita í varðhaldi í 4 vikur afturat.

Maðurin er ákærdur fyri fleiri neyðtøkur, hvussu nógvar vil ákæruvaldið ikki siga, eiheldur nær og hvar neyðtøkurnar eru framdar.

Maðurin noktar seg sekan.