Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Elsti málskjúttin í bestu deildini

Fyrrakvøldið skeyt Atli Gregersen tvey brotsspørk í málið, tá Víkingur vann 2-1 á B36, men hvør er elsti málskjúttin í bestu deildini?

Atli Gregersen er føddur 15. juni 1982 og var tískil 42 ár og 58 dagar, tá hann skoraði bæði brotsspørkini ímóti B36 tann 12. august 2024, men sambært serfrøðinginum Ivan Eginsson Eysturland var Jens Erik Rasmussen 43 ár og 17 dagar, tá hann skoraði 1 mál í 4-6 tapinum fyri NSÍ tann 19. juni 2011. Jens Erik minkaði um munin til 2-4 við einum brotssparki fyri 07 Vestur.

Elsti málskjúttin yvirhøvur er allarhelst danin (seinni føroyingurin) Preben Olsen, sum skoraði til 3-0 upp á brotsspark, tá VB vann 3-0 á B71 seinasta dystin í 2. deild í kappingarárinum 1999. Hann var tá 56 ár og 232 dagar gamal.

Keldur: faroesoccer.com og tidarrit.fo