Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

1. deildarliðið verður evnið í B36-varpinum í dag

Tað man vera langt síðani tað hevur gingið so gott hjá teimum næstbestu hjá B36, sum beint nú liggja á øðrum plássi í 1. deild. Í B36 Varpinum í morgin kl 16, seta vit fokus á liðið og tí positivu tilgongdina sum hevur verið í ár. Gestur er Martin Wood, venjari.

Vit fara at nørdast eitt sindur um arbeiðið hjá Martin við liðnum, og tað hann hevur lagt fyri í ár. Og tað er heldur ikki heilt óhugsandi, at vit eisini koma inn á leikaramenning í B36, har vit m.a. hyggja eitt sindur nærri at okkara styrkjum og veikleikum. Martin hevur verið ov stutt í Føroyum til at hava lært føroyskt, og tí verður sendingin hesuferð á donskum.

B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo.

B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.