Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Álopin av vaktum á Summar Festivalinum

Summar Festivalurin var í farna vikusktifið, men tað gekk ikki friðaliga fyri seg

Summar Festivalurin, sum var í farna vikuskiftið, hevði nógvan góðan tónleik at bjóða, men eisini er spurningur settur við trygdina á Summar Festivalinum.

Álopin í sínum egna backstage-økið

Kim Hansen skrivar soleiðis á facebook.

– Leygarkvøldið spældi eg inniligan singer/songwriter við Lenu Anderssen, har eg aftaná hoyrdi eina lítla løtu av super old-school rokki við Uriah Heep, áðrenn eg fór at gera klárt við Frændum, sum høvdu eina minniliga løtu á Stóra Palli. Tá síðsti tóni var spældur hjá Frændum, stóð Mena klár at drøna meg niðan í Teltið, har eg við Jens Marna endaði festivalin við einum braki av Rokk’n Roll.

– Festivalurin endaði við, at eg 20 min. aftaná at hava pakka niður og lagt míni ljóðføri í bilin, bleiv slongdur niður í gólvið og pasifiseraður av einum miltantum vaktarmanni – í mínum egna backstage.

– Eg havi nøkur blá merki, ilt í herðunum og havi fingið pínu í eftirgjørdu mjørnina. Eg havi eisini havt ilt við at samla tankar aftaná hendingina.

Hóast umbering frá Eriki Biskupstøð og Louis Poulsen, heldur Kim Hansen at Summar Festivalurin átti at funni útav einari betri loysn.

Tað hoyrast nemliga søgur um fleiri onnur fólk, ið hesir somu vaktir, hava lagt hondina á og eyðmýgt.