Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føldi uppá kvinnuligan starvsfelaga

Ein politistur er dømdur fyri at føla uppá kvinnuligan starvsfelaga

Í Føroya Rætti ígjár var ein politstur dømdur fyri at hava følt uppá ein kvinnuligan starvsfelaga. Hann fekk tíggju daga treytaða fongsulsrevsing, eins og hann fekk sakarmálskonstnað og skal rinda kvinnuni 5000 kr í endurgjaldi.

Sambært Frihedsbrevet, fór hendingin fram í politikjallaranum í Havn fyri góðum ári síðani. Mannligi politisturin skal hava følt uppá bróstini og afturpartin hjá einum kvinnuligum starvsfelaga.

Dømdi maðurin hevur tvær vikur at kæra dómin. Stendur dómurin við, kann hann ikki arbeiða sum politistur longur.