Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Randi og Khadija fangaðar í Algeria

Randi og Khadija eru í lívsvanda í Algeria - hjálpið teimum heim aftur.

Familja og vinir hjá Randi Jóhansdóttir rópa neyðarróp, Randi og trý ára gamla dótturin eru fangaðar í Algeria. Pápi Khadiju hevur tikið pass frá Randi og dótturini, hann vil vera við, at Randi er farin frá honum og hann vil helst hava mynduleikan yvir dótturini.

Trupulleikin er at rættarskipanin í Algeria er øðrvísi enn her heima, hon er bygd á Islamisk virði og hendur tað seg meira enn so at kvinnur verða uppfataðar sum ómyndugar uttan mannin.

Vinkona Randi, Nicolina Bára Andersen, skrivar soleiðis á facebook:

Í juni í fjør pakkaðu Randi og trý ára gamla dóttirin Khadija og pápin kuffertini heima í Sumba. Saman skuldu tey á spennandi ferð til Algeria at vitja familjuna hjá pápa Khadiju. Men tað, sum skuldi vera ein hugnalig familjuferð, endaði sum ein marra. Tí beint sum tey komu fram, gjørdist greitt fyri Randi, at pápin ikki ætlaði at lova sær at fáa Khadiju við sær heim aftur til Føroya.

Eftir 10 drúgvar mánaðir í fangilsi, eydnaðist teimum báðum tann 15 mai í 2024 endiliga at flýggja frá pápanum.

Men bara fyribils. Støðan hjá móður og dóttur er framvegis lívshættislig, tí pápin fekk frænir av hesum og leitar nú eftir teimum. Tær liva nú í ótta fyri pápa Khadiju. Fær hann fatur á teimum, stúrir Randi fyri tí versta. Tær báðar hava tørv á at sleppa úr vanda og heim aftur til familjuna í Føroyum sum skjótast.

Tað eru nógv góð fólk, sum arbeiða áhaldandi fyri at bjarga Randi og Khadiju úr Algeria. Men hóast hesa hjálp, eru forðingarnar nógvar. Tíverri er rættarskipanin í Algeria øðrvísi enn okkara, og rættarliga arbeiðið, sum krevst fyri at tær sleppa heim, gongur alt ov striltið.

Les eisini...  Fanga í Algeria: Fyrireikað uppá tað versta

Fyri at halda seg úr eygsjón noyðast tær báðar javnan at flyta seg úr einum goymistað í annað, uttan at blíva sæddar. Støðan er sera streingjandi fyri bæði móður og dóttur.

Peningur krevst til uppihald og at rinda fyri rættarumboð, soleiðis at Randi kann sleppa úr Algeria við dóttrini.

Tí tørvar okkum nú peningaligan stuðul. Allar upphæddir, sum verða latnar, eru kærkomnar. Stórt ella smátt – alt ger mun.

Peningur kann flytast á 6460-4044543 Føroya Banki

Vónandi vilja tit hjálpa og stuðla okkum í at fáa Randi og Khadiju heim aftur

Nicolina Bára Andersen legði hetta út á Facebook seint náttina til mikudag, og er uppslagið longu deilt meira enn 150 ferðir.