Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Halda neyvt eyga við Mpox-smittuni

Heimsheilsustovnurin WHO lýsti fyrr í vikuni Mpox (Monkeypox), áður rópt apukoppar, sum eina alheims heilsukreppu. Hetta hendir í kjalavørrinum á, at smitta nú breiðir seg til lond, sum eru uttanfyri Afrika, eitt nú til Svøríkis, har ein tilburður varð staðfestur í vikuni.

WHO heitir á heimsins lond um at vera á varðhaldi og herja eftirlitið við Mpox-smittuni, umframt at samstarva við at deila dátur fyri at fáa eina fatan av smittuspjaðingini.

Mpox er ein virussjúka, ið er tætt skyld við pokur, sum vóru útruddaðar í 1980. Tvey sløg av Mpox hava í mong ár verið í Afrika. Klade I, sum er hin álvarsligara smittan, er í Miðafrika, og Klade II er í Vesturafrika. Smittutølini fyri báðar sjúkurnar eru í løtuni vaksandi, og er tað serliga støðan við Klade I í Lýðveldinum Kongo, sum vekir stúran.

Í Føroyum er eingin tilburður av Mpox staðfestur enn, og í Danmark eru nakrir fáir tilburðir av Klade II staðfestir higartil í ár.

Heilsustýrið umsitur heilsutilbúgvingina í Føroyum og heldur í løtuni neyvt eyga við smittustøðuni, bæði í Føroyum og uttanlands. Heilsustýrið samstarvar tætt við eitt nú danska Serumstovnin, og tey meta, í samsvari við nýggjastu váðametingarnar hjá altjóða felagsskapum, at vandin fyri smittu við Mpox framvegis er ógvuliga lítil í Danmark.

Hetta sigur Heilsustýrið í tíðindabrævið í dag.