Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Illa viðfarin av vaktum á Summar Festivalinum

Ein hending á Summar Festivalinum í ár hevði við sær at ein ung kvinna bleiv álopin av einum vakti. Unga kvinnan var ávegis inn á økið fyri at lurta eftir barnatiltakinum saman við familjuni.

Ávegis inn á økið verða armbond kannaði, og tað var í sama sambandi, at ógvusliga viðferðin fór fram. Maðurin, ið stóð vakt, gjørdist óður, og ilskaðist inná ungu kvinnuna og tilkomna konu.

Tilkomna konan fór inn fyrst, og tók hesin sami vakturin hart í armin hjá henni, og hugdi neyvt at armbandinum. Tá unga kvinnan skuldi inn, tók vakturin hart í armin á henni, og rykti í armbandið, fyri at tryggja sær at man ikki kundi fáa tað av. Armbandið sat nóg væl á, tað fekst ikki av. Vakturin gjørdist óður, og byrjaði at rópa at ungu kvinnuni og vildi ikki loyva henni inn á økið, hóast armband og alt annað, var í lagið. Í staðin, tók vakturin hart í báðar armar hjá ungu kvinnuni, og trýsti hana so hon datt niður í vegin.

Aftanfyri ungu kvinnuna, stóð ein ungur drongur, ið gerst so mikið bangin, at hann ikki torir at vera á økinum. Drongurin byrjar at gráta av støðuni, hann er bangin fyri at vakturin nú eisini skal fara illa við honum, tá hann er farin illa við tilkomnu konuni og tí ungu kvinnuni.

Ringt verður til fyriskiparnar á Summar Festivalinum, og til politiið, fyri at boða frá hesari hendingini. Fyriskiparnir á Summar Festivalinum boða frá at vakturin verður førdur av økinum, og ikki sleppur at standa vakt aftur.

Møttu sama vakti seinni um kvøldið

Seinni um kvøldið var unga kvinnan, sjeikurin og nøkur vinfólk á Summar Festivalinum aftur, og ávegis út av økinum møttu tey sama vakti aftur. Unga kvinnan hevur ringt við at skula fara framvið hendan vaktin aftur, men ger so av at best man vera at fara út.

Les eisini...  Framløgur um arbeiðsumhvørviskanning fríggjadagin 23. august.

Ávegis út fær vakturin so eyga á ungu kvinnuna og sjeikin, og ger av at taka hart í bringuna á sjeikinum, og byrjar enn einaferð at øsa seg. Aftur bleiv sami vakturin meldaðu til politiiði og fingu fyriskiparnir boð um at sami vaktur aftur nú fór illa við festivalgestunum.

Enn einaferð bleiv vakturin førdur av økinum, og fingu tey at vita at hann ikki skuldi standa vakt aftur á Summar Festivalinum. Tó, so stóð hann hóast alt, vaktur fyri VIP, við tí grundgeving, at har kundi kann ikki gera sum hann vildi.

Leiðarin hjá vaktunum fekk eisini hesi boðini, men vildi vera við at hetta ikki var nakað ið hann kundi gera við. Tað var í síðsta enda ikki hann, tað ávirkaði, vildi hann vera við. Tá hann fekk boðini um unga drongin, var aftursvari bert

– Tað var keðiligt, men tað er ikki mín feilur. Tit kundu lati vera við at fari út við honum um hann er sensitivur.

Líknandi hending og sami vaktur, í 2023

Í 2023 var eisini ein slík hending við sama vakti. Tað var eisini tá ein trupulleiki við armbondum, og hvussu stramt tey vóru koyrd á, ella ikki. Aftur her gjørdist vakturin harðligur, og verbalt aggressivur.

Vakturin tók myndir av festivalgestinum, uttan samtykkið, og sendi myndina runt til aðrar vaktir, so at gesturin ikki skuldi sleppa inn á økið, tí eftir hansara tykki sat armband ikki nóg stramt.

Unga kvinnan og familja hennara situr eftir við spurningi um Summar Festivalurin ikki er fyri øll, um man skal vera bangin fyri vaktunum. Ungi drongurin fór ongantíð til barnatiltakið, og sigur at hann ikki torir á Summar Festival aftur eftir hendingarnar.

Les eisini...  Baldursson fekk fjøldina at kóka á SF24

Les eisini: