Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Samuel: HB vann uppiborið men avrikaði ikki nóg væl – Tórður: B68 dugir ov illa at gagnnýta málmøguleikarnar

Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Rúna á Reynatrøð siga frá 1-0 sigursmálinum Muhamed Samba skoraði fyri HB móti B68 í Gundadali. Hoyr eisini samrøðurnar Rúni gjørdi við verjuskansan hjá HB, Samuel Chukwudi og við veteranmálverjan hjá B68, Tórður Thomsen. Samuel heldur HB vinnur ein samlaðan uppibornan sigur, men liðið avrikaði ikki nóg væl í dag. Tórður iðrar seg um, at B68 eru ov stuttir í nógvum tøttum og jøvnum dystum, tí teir ikki duga at gagnnýta málmøguleikarnar.

Mynd: Rúni á Reynatrøð. Savnsmynd: Trygvi Absalonsen.